22-12-2022

Fyrsti spakin settur í til nýggja stórhøll

29. september 2022 varð sáttmálin millum Sjálvsognargrunnin Føroya Arena og Articon um projektering og bygging av stórhøllini við innkomuvegin í Hoyvíkshaganum undirskrivaður. Tilgongdin fram til í dag hevur verið góð.

Í dag er fyrsti spakin settur í til nýggju storhøllina. Arbeiðið fer í gongd í næstum, og skal stórhøllin standa liðug í februar 2025.