24-04-2018

Næmingar úr Fólkaskúlanum í praktik

Í døgunum 9. til 20. apríl hava tveir skúlanæmingar frá Nám X í Eysturskúlanum verið í praktik hjá ArtiCon. ArtiCon tekur regluliga skúlanæmingar úr Fólkaskúlanum inn í praktik. Endamálið er at geva næmingunum eitt gott innlit í byggivinnuna og kunna teir um, hvørjar útbúgvingar -og arbeiðsmøguleikar teir hava, eftir at tíðin í Fólkaskúlanum er liðug.

Hesaferð vórðu tað Róar Arge og Benjamin Baadsager úr Eysturskúlanum, sum vórðu í praktikk. Teir hava roynt ymiskar uppgávur innan øll økini, ArtiCon virkar á, so sum verklagsarbeiði, bygging, verkstaðið og betongframleiðsluna.

Róar og Benjamin siga báðir, at teir hava lært nógv, og at teir hava upplivað, hvussu byggivinnan virkar. Teir hava roynt nógv ymisk arbeiði og fingið ein breiðan kunnleika um, hvussu tað er á arbeiðsmarknaðinum og í byggivinnuni.