20-11-2020

ArtiCon í Norðoyatunlinum

10. oktober byrjaði arbeiðið hjá Articon í Norðoyatunlinum, har SEV skal leggja háspenningsleiðingar gjøgnum tunnilin. Í hesum sambandi skal ymist arbeiði gerast úti við tunnilssíðurnar, har m.a. nýggj vegøksl skal stoypast.

Tá vegøkslin er stoypt, verða bakkantar fyltir upp og planeraðir til at stoypa føringskant, har SEV kann leggja háspenningsleiðingar í.

Føringskanturin verður stoyptur í einum glíðiformi, ið flytir seg spakuliga frameftir, meðan stoypt verður. Sirdal Vejbetong stendur fyri hesum partinum av arbeiðnum, meðan ArtiCon veitir betongið, sum er av serligum slagi.

Tá háspenningsleiðingarnar eru lagdar, skulu netkáplar leggjast, og eftir hetta verður fylt heilt upp til yvirkant á føringskanti.

Arbeiðið verður væntandi liðugt til jóla.