Nils Á Reynatúgvu Útlærdur
21-09-2026

Nýggjur handverkari

Nils á Reynatúgvu er útlærdur sum maskinsmiður á verkstaðnum hjá Articon. Á samkomu í morgun móttók Nils sítt sveinabræv og segði verkstaðsleiðarin, Jónas á Stongum nøkur orð til Nils, og gav honum eina heilsu frá felagnum.

Vit ynskja Nilsi hjartaliga tillukku við útbúgvingini og alt tað besta víðari á leiðini. Nils fer undir víðari lesna í januar mánaði.

Á myndini síggjast Jónas á Stongum, verkstaðsleiðari, Nils á Reynatúgvu, maskinsmiður og Frívaldur Tindskarð, arbeiðsleiðari.