![](https://articon.cdn.fo/savn/1489/img_3969.jpg?width=667&rmode=upscale&t=36545396&s=msog_UN1J35cyJGP_SrfBqteRE8)
03-12-2019
Runavíkar kommuna og ArtiCon skrivaðu undir sáttmála
Runavíkar kommuna og ArtiCon skrivaðu fyrst í november undir sáttmála um at stykkja út grundøkir suður frá Hórheiðum á Skála.
Í síðstu viku setti Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, spakan í. Talan er um 27 grundstykkir, sum skulu standa klár í november 2020.
Áleið 10 fólk hjá ArtiCon verða knýtt at verkætlanini. Vit ynskja teimum alt tað besta við arbeiðinum!