![](https://articon.cdn.fo/savn/2238/dsc03531_edited_edited.jpg?width=667&rmode=upscale&s=cfQ48THsEbQLAUoOQr1cAN_Ures)
31-05-2022
Jón og Ári útlærdir handverkarar
Í dag var samkoma hjá Articon á Hjalla, tá ið tveir menn fingu sveinabrævið og nú eru handverkarar.
Teir tveir eru: Jón Collins á Argjaboða, timburmaður og Ári Kruse, maskinsmiður
Á samkomuni bar Jón Sigurdsson, stjóri á Articon, teimum nýggju handverkarunum eina heilsan. Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku við útbúgvingini og góða eydnu á leiðini víðari.