17-08-2023

170 ára føðingardagur á Articon

Í morgun hevði tunnilsliðið hjá okkum norðuri í Árnafirði eina hugnaløtu, nú tríggir menn á liðnum hava fylt runt. Jákup Martin Gullaksen hevur fylt 60 ár, Poul Johannes Reyná 60 og Johannes V. Kristensen 50. Til samans 170 ár.
Vit á Articon ynskja teimum trimum hjartaliga til lukku við døgunum og alt tað besta í framtíðini.