5Okt18 PF9A0227
09-01-2026

ArtiCon 25 ár

Í dag, 9. januar, hevur byggifelagið ArtiCon 25 ára stovningardag. Felagið varð stovnað av Jóni Sigurdssyni og Niclasi Joensen, sum vóru stjórar felagsins fram til 1. oktober 2025. Frá fyrsta degi hevur dentur verið lagdur á dygd, trygd, trivna og álítandi tænastu, og í dag er felagið eitt byggifelag í breiðastu merking.

Ígjøgnum árini hevur ArtiCon staðið fyri alskyns verkætlanum – alt frá jørð- og betongarbeiði til skipstimbur, vegagerð, havnagerð og umbygging.

Starvsfólkið hevur altíð verið ein hornasteinur í felagnum. Við eini góðari samanseting av royndum verkfrøðingum, byggifrøðingum og handverkarum, faklærdum sum ófaklærdum, hevur ArtiCon bygt upp eina sterka mentan og góðar førleikar innan bæði klassiska og nýggja bygging.

ArtiCon leggur stóran dent á eitt trygt arbeiðsumhvørvi og á trivnað og menning hjá starvsfólkum. Hetta var leiðin hjá stovnarunum, og hetta er leiðin hjá felagnum tann dag í dag.

Í 25 ár hevur ArtiCon samstarvað við kundar, kommunur og stovnar kring landið og verið partur av verkætlanum, sum hava skapt varandi virði fyri samfelagið.

Á hesum serliga degi vil ArtiCon takka starvsfólkum, kundum og samstarvsfeløgum fyri álitið ígjøgnum árini og sær fram til komandi samstørv – ikki bara um bygningar og vegir, men eisini um framtíðina hjá komandi ættarliðum, bæði heima og úti.

Í leiðsluni hjá ArtiCon sita í dag Sunnvard Andreasen, stjóri, Christian Danielsen, fíggjarstjóri, og Torleif Waagstein, rakstrarsjóri.