5Sep25 0793 D Pano
09-09-2025

ArtiCon rokast í Hoyvíkshaganum

Tað gongur skjótt hjá ArtiCon at gera nýggja vinnuøkið, sum Tórshavnar kommuna nú letur byggja í Hoyvíkshaganum. Grovplaneringin er longu komin í helvt, leiðingsarbeiðið er byrjað, og betongarbeiðið fer eisini skjótt í gongd. Harumframt verða 1.100 metrar av vegi gjørdir.

 

Økið liggur á Ovara Hjalla, oman fyri brennistøðina, og er 130.000 m² til støddar. Tá ið tað er liðugt, verða 47 vinnugrundstykkir á økinum: 22 smá (300-900 m²) og 25 stór (2.000 og 10.000 m²). Harumframt verður eisini eitt stykki til eina koblingsstøð.

 

Talan er um heildararbeiðstøku, har ArtiCon er arbeiðstakari, og Landsbyggifelagið prosjekterar.

 

Arbeiðið hevur sum heild gingið sera væl.