28-09-2026
ArtiCon á lestrargongu í Keypmannahavn
600 ungir føroyingar hittast í Keypmannahavn í dag til lestrargongu – og ArtiCon er við 
Umleið 600 ung lesandi í Danmark hittast í Keypmannahavn í dag. Endamálið er fyrst og fremst at hugna sær og hitta onnur – men fyrstu tímarnar slapp vinnulívið eisini upp í part.
ArtiCon var aftur við í ár, og nógv ung løgdu leiðina framvið okkum.
Tey kundu royna seg sum handverkarar í einari einfaldari, men stuttligari kapping: Hvør dugdi best at sláa ein seym niður í ein træstubba?
Dagurin snúði seg tó um meira enn kapping. Vit fingu eisini nógv góð prát við ung um útbúgving, arbeiðslív og framtíðarmøguleikar í byggivinnuni.
Takk fyri øll prátini – og takk til øll, sum royndu seg við hamaranum! 