![](https://articon.cdn.fo/savn/2237/20mai22_b3a2725_edited.jpg?width=667&rmode=upscale&s=WaGQ47A8MJRx0-9KA35_7v8wh3o)
21-05-2022
Articon starvsfólkadag
Í gjár luttóku øll starvsfólkini í ArtiCon á árliga starvsfólkadegnum hjá felagnum. Starvsfólkadagurin varð hildin í Norðurlandahúsinum í Havn og úti í býnum, har fyritøkan NAX skipaði fyri fleiri trivnaðartiltøkum.
Evnið í ár var “Sálarliga arbeiðsumhvørvið og trivnaður”.
Nógv spennandi var á skránni, eitt nú framløgur við millum annað Erling Fles, sálarfrøðingi, ein nýggj HTU-app var tikin í brúk og ikki minst tey góðu tiltøkini NAX skipaði fyri runt í Tórshavn.
Starvsfólkadagurin er eitt árligt afturvendandi tiltak hjá ArtiCon. Dagurin eydnaðist stak væl.