
04-07-2025
Nýggi frítíðarskúlin í Kollafirði reistur
Í dag varð reisigildi hildið í Kollafirði, nú bygningurin til nýggja frítíðarskúlan er reistur. Í tí sambandi søgdu Einar Johannesen, verkætlanarleiðari hjá Articon, og Elsa Berg, borgarstjóri, nøkur orð. Talan er um bygning í tveimum hæddum á 170 og 245 fermetrar. Útsíðurnar eru úr elementum, sum eru smíðað í høllini hjá Articon á Sundi, og farið er nú undir at innrætta bygningin. Í neðra verða fundarhøli, verkstaður, durur, vesi, reingerðarrúm, tøknirúm, starvsfólkarúm og goymsla. Í erva verða køkur, alrúm, tvey uppihaldsrúm, tvey virknisrúm, vesi og goymsla. Málið er at sleppa undir tak, áðrenn veturin kemur, og at hava bygningin kláran at avhenda um hálvan februar 2026.