10-10-2011
Boðanesheimið tekur skap
Í hesum døgum verður arbeitt við at inniloka fyrstu lonina á Boðanesheiminum, ið er komandi eldradepilin Yviri við Strond í Havn.
Grivið varð út fyri heiminum í byrjanini av árinum, og síðani varð farið undir jørð- og betong-arbeiðið. Í meðan hevur eisini verið arbeitt við at fyrireika innilokingina, ið nú er farið undir. Hetta arbeiði er gjørt innandurða, har síðurnar eru smíðaðar í elementum, og vindeygu sett í.
Eyðun Petersen, verkætlanarleiðari hjá Articon, sigur, at arbeiðið hevur gingið væl. Hann væntar eisini, at tíðarætlanin ferð at halda, soleiðis at heimið verður liðugt á heysti komandi ár. Boðanesheimið verður bygt til 64 búðfólk, og tað er Tórshavnar kommuna, sum letur heimið byggja.