24-10-2025
ArtiCon reisir nýggjan íbúðarbygning í Klaksvík
Arbeiðið við einum nýggjum og nútímans íbúðarbygningi í Klaksvík er farið í gongd. ArtiCon stendur fyri útvendiga arbeiðinum – uppsetingini av timburelementunum – og byrjað varð mánadagin.
Talan er um bygning, sum er 43 metrar langur, 10 metrar breiður og 8 metrar høgur. Í alt verða 10 íbúðir í bygninginum. Arbeiðið verður liðugt um einar fýra vikur – og tá kann farast undir at gera bygningin lidnan innan.
Tað er fyritøkan GV 50, sum er byggiharri fyri verkætlanini.

