17-02-2017

Jógvan Hendrik Jensen 10 ára starvsdag

Jógvan Hendrik Jensen hevur verið starvsfólk á Blandistøðini á Hjalla hjá Articon síðani 2007, tá hann var settur í starv, sum bilførari.

Betongframleiðslan hevur ment seg rættiliga nógv hesi seinastu 10 árini, og uppgávurnar eru blivnar størri og fleiri í tali. Nýggj Blandistøð er bygt á Hjalla. Fleiri blandibilar eru komnir í felagið. Jógvan Hendrik hevur verið ein partur av hesi menning.

Jógvan Hendrik er nú 68 ára gamal, men hevur ongar ætlanir um at gevast í starvinum, men sigur: ”Eg komi nógv runt í landinum og mær dámar sera væl at arbeiða, sum bilførari í byggivinnuni”.

Á samkomu í morgun, har øll starvsfólkini á Blandistøðini og leiðslan vóru komin saman, fekk Jógvan Hendrik eina heilsu og handað blomstur frá Jón Sigurdsson, stjóra í Articon.