18-12-2023

Heðin Olsen 70 ár

Í morgun var hugnaløta í Árnafirði, har Articon ger tunlar fyri Landsverk. Tað var Heðin Olsen, arbeiðsmaður á verklagsdeildini hjá Articon, sum fyllur 70, og tað skuldi feirast.

Tað er gott at hava fólk í øllum aldri á liðnum, og hjá Articon er 67 bara eitt tal í so máta. Bara ein orkar og heldur seg til.

Hjá Heðini sæst ikki høgg á føti. Hann arbeiðir fulla tíð og heldur áfram í starvinum, og tað fegnast vit um.

Hjartaliga til lukku við runda degnum, Heðin, og alt tað besta.