Andri Útlærdur 1
23-06-2025

Andri K. Hansen nýggjur húsasmiður

Andri Kristiansson Hansen er útlærdur sum húsasmiður hjá ArtiCon. Á samkomu í morgun móttók  Andri sítt sveinabræv og eina heilsu frá felagnum.

Vit ynskja Andra hjartaliga tillukku við útbúgvingini og alt tað besta víðari á leiðini. Andri heldur á fram í felagnum.

Á myndini síggjast Andri K. Hansen, Jón Sigurdsson, stjóri og Jóhan Sørensen, arbeiðsleiðari.