Bcae078f 7Bb9 45C0 97A8 Dfaede7d21c1
23-01-2026

Sonja E. Simonsen nýggjur húsasmiður

Sonja Eliasardóttir Simonsen er útlærd sum húsasmiður hjá ArtiCon.

Á samkomu í morgun móttók Sonja sítt sveinabræv og segði Sunnvard Andreasen, stjóri, nøkur orð til Sonju, og gav henni eina heilsu frá felagnum. Sonja er í løtuni partur av timburtoyminum hjá Articon, sum byggir nýggja bygningin hjá Thor í Tórshavn.

Vit ynskja Sonju hjartaliga tillukku við útbúgvingini og alt tað besta víðari á leiðini. Sonja hevur valt at halda á fram í felagnum og heldur fram sum handverkari.

Á myndini síggjast Dánjal Sørensen, arbeiðsleiðari hjá Sonju, Sonja E. Simonsen, hússmiður og Sunnvard Andreasen, stjóri.