02-09-2019

ArtiCon skipað fyri lærlingadegi

Fríggjadagin hittust allir lærlingar og meistarar í ArtiCon í Pakkhúsinum í Bø. Tann árligi lærlingadagurin var á skránni. Evnið í ár var arbeiðsgleði. Niclas Heri Jákupsson luttók við ymiskum uppleggum, har hann setti fokus á arbeiðsgleðina. Fokus var eisini á trygdina hjá lærlingunum. Endamálið við lærlingadegnum er at menna lærlingarnar bæði persónliga og fakliga. Høvi var eisini at práta nógv saman um læruna og týdningin av at trívast í lærutíðini. Lærlingadagur er fastur táttur á hvørjum ári hjá ArtiCon. Gott 30 lærlingar eru hjá ArtiCon.