28-11-2025
Rói Wilhelm Fossabrúgv nýggjur húsasmiður
Rói Wilhelm Fossabrúgv er útlærdur sum húsasmiður hjá Articon.
Á samkomu í morgun móttók Rói sítt sveinabræv og segði Sunnvard Andreasen, stjóri, nøkur orð til Róa, og gav honum eina heilsu frá felagnum. Rói er í løtuni partur av timburtoyminum hjá Articon, sum byggir nýggja bygningin hjá Thor í Tórshavn.
Vit ynskja Róa hjartaliga tillukku við útbúgvingini og alt tað besta víðari á leiðini. Rói hevur valt at halda á fram í felagnum og heldur fram sum handverkari.
Á myndini síggjast Sunnvard Andreasen, stjóra, Róa Wilhelm Fossabrúgv, húsasmiður og Vinjard Guttesen, arbeiðsleiðari hjá Róa.