24-05-2024

Nýggir service-bilar til verkstaðið hjá ArtiCon

Í apríl fekk verkstaðið hjá ArtiCon tveir nýggjar service-bilar. Tað eru bilar, sum útgjørdir við alskyns amboðum kunnu koyra út at umvæla og viðlíkahalda lastbilar, gravmaskinur og onnur slík akfør hvar sum helst, ið tørvur er. 

Verkstaðið hjá ArtiCon er nógv vaksið seinastu 15 árini og er væl útgjørt til at røkja mongu uppgávur sínar. Tað hevur mekaniskan verkstað og smiðjuverkstað umframt aðrar hentleikar, og við nýggju service-bilunum verða umstøðurnar enn betri.

ArtiCon er umboð fyri entreprenørmaskinur frá Volvo í Føroyum. Verkstaðið umvælir og viðlíkaheldur tí ikki bara egnar maskinur, men maskinur hjá kundum úr øllum landinum.

Á verkstaðnum arbeiða 25 fólk.