![](https://articon.cdn.fo/savn/2116/bryggikantur-í-árnafirði_edited.jpg?width=667&rmode=upscale&s=w0ilLoq34oXcDLVjQaozr6Z1RzY)
10-09-2021
Nýggjur bryggjukantur í Árnafirði
Fyri at fáa útgerð í land til arbeiðið at gera tunlar norður um Fjall, hevur Articon gjørt ein lítlan bryggjukant í Árnafirði. Hann er 6,5 metrar djúpur og 20 metrar langur. Arbeiðið hevur gingið skjótt og væl.