22-12-2025
Starvsfólkini í ArtiCon farin í jólaferiu
Seinasti arbeiðsdagur í 2025 hjá ArtiCon var fríggjadagin. Endað varð við jólahugna fyri starvsfólkunum, og so varð farið í feriu. Vit eru aftur til arbeiðis í nýggja árinum, 5. januar. Vit takka øllum fyri gott samstarv hetta brátt farna árið. Vit gleða okkum at síggja tykkum aftur í 2026!
Starvsfólkamyndin varð tikin fríggjadagin.