20-09-2023
Fara nú eisini at skjóta marknagilsmegin
Arbeiðið upp á Húsareynstunnilin gongur væl. Í mai varð farið at skjóta villingardalsmegin. Komið er 750 metrar við at bora inn í tunnilin. Tunnilin er tilsaman 1.700 metrar.
Avgrevsturin oman fyri Marknagil byrjaði í august. Grivið er fyri íbindingarvegnum niðan á Oyggjarvegin og fyri tunnilsmunnanum sjálvum. Borurin er eisini settur í til fyrsta skot, sum ætlandi verður latið av í hesi vikuni.