20-10-2023

Reisigildi á flogvøllinum

Tey, sum koma til Føroya við flogfari, síggja, at arbeitt verður upp á viðførishøllina á flogvøllinum. Tað er Articon, sum víðkar um høllina vegna Vága floghavn, og nú er komið so langt, at í dag varð farið at reisa tann nýggja partin. Umframt at høllin verður størri, skal nýtt flutningsband setast upp til viðførið, og smíðast skulu nýggj fundarhølir, skrivstovuhølir og vesir. Arbeiðið gongur væl, og ætlandi er innilokað fyri jól.