19-12-2025
10-og 20 ára starvsdagar í ArtiCon í 2025
Í dag skipaði Articon fyri jólahugna á Hjalla í samband við, at starvsfólkini hjá ArtiCon fara í jólaferiu. Nógv ymiskt var á skrá.
Millum annað vórðu heiðrað 7 starvsfólk, sum øll høvdu havt 10-og 20 ára starvsdag í 2025.
Tey, sum hava verið í 10 ár eru: Johnny Thomassen, Jan Hentze, Jóhannes V. Kristensen Høgni Feilberg Pedersen og Magni Silvurdal
Tey, sum hava verið í 20 ár eru: Eyðfinn Guttesen og Ólavur Jacobsen.
Sunnvard Andreasen, stjóri, segði nøkur orð og takkaði teimum fyri teirra trúfesti og ídni.
Hjartaliga tillukku við starvsdøgunum!