Jastrið hevur verið í starvsvenjing hjá ArtiCon
Seinastu mánaðirnar hevur Jastrið Gullbein Augustinussen verið í starvsvenjing hjá ArtiCon.
Jastrið lesur byggiverkfrøði á Fróðskaparsetrinum á triðja ári. Hon ynskti at fáa meira praktiska vitan og betri innlit í arbeiðið í byggivinnuni, so hon kundi fyrireika seg betur til at arbeiða sum verkfrøðingur.
“Hjá ArtiCon havi eg fingið møguleika at royna meg við nógvum ymiskum uppgávum,” sigur Jastrið.
Í starvsvenjingini hevur Jastrið roynt seg við nógvum ymiskum uppgávum. Hon hevur eitt nú arbeitt við landmáting, nøgdarrokning, kvalitetstrygging, gravimodellum til gravmaskinur og arbeiðsvegleiðingum. Hon hevur somuleiðis verið við á fundum við byggiharrar og ráðgevar.
Ein part av tíðini hevur hon eisini gjørt praktiskar uppgávur úti á byggiplássum. Millum annað hevur hon roynt at seta stillingar upp, gipsa, bjálva, koyra gravmaskinu og verið við í spreingiarbeiði.
Jastrið hevur harumframt verið á øðrum deildum hjá ArtiCon, millum annað í elementhøllini á Sundi og hjá tænastutoyminum. Tað hevur givið henni eina betri mynd av, hvussu nógv ymisk arbeiðsøki eru í fyritøkuni.
“Eg havi lært og sæð nógv. Fólkini hava verið sera fitt og dugnalig at læra frá sær,” sigur Jastrið.
Hjá ArtiCon vilja vit geva lesandi góðar møguleikar at royna seg í vinnuni. Tí arbeiða vit støðugt við at menna okkara skipan fyri starvsvenjing, so lesandi fáa eina góða og læruríka tíð hjá okkum.
Vit takka Jastrið fyri tíðina hjá okkum og ynskja henni bestu eydnu við víðari lesnaðinum á Fróðskaparsetrinum.
