22-01-2021

Arbeiðið hjá Articon liðugt í Norðoyartunnlinum

Arbeiðið, sum byrjaði í Norðoyartunlinum 10. oktober  2020, har SEV skuldi leggja háspenningsleiðingar gjøgnum tunnilin, er liðugt. Arbeiðið fevndi um at gera vegøksl og føringskant úti við tunnilssíðuna, har SEV hevur lagt háspenningsleiðingar í.

Føringskanturin var stoyptur í einum glíðiformi, ið flutti seg spakuliga frameftir, meðan stoypt varð. Sirdal Vejbetong stóð fyri hesum partinum av arbeiðnum, meðan Articon veitti betongið, sum er av serligum slagi.

Netkáplar vóru lagdir niður í, og síðani bleiv fylt heilt upp til yvirkant á føringskanti.

Arbeiðið hevur gingið sera væl.