1 (2)
16-09-2025

Lærlingadagur hjá ArtiCon

Fríggjadagin hevði ArtiCon árliga lærlingadag. Hesa ferð fóru vit til Nólsoyar við eini góðari skrá, sum altíð. Fyrrapartin høvdu HR og HTU framløgur um trygd og trivnað, og sálarfrøðingurin Erling Fles fortaldi um fakliga motivatión í lærutíðini og um týdningin av at hava tað gott sosialt.
 
Seinni fóru vit túr í bygdini við Hilmari Joensen, sum so væl og livandi segði frá søgum har úti. Vit vitjaðu m.a. í kirkjuni og hoyrdu um prinsessutoftirnar. Eftir grillhugna fóru vit í Ovasavnið at hoyra um róðrarferðina hjá Ova Joensen til Danmarkar og um arbeiðið, sum liggur aftanfyri at gera savnið.
Vit takka Visit Nólsoy fyri eitt væl úr hondum greitt arbeiði og fyri ein sera góðan og hugnaligan dag. ArtiCon hevur í dag 30 lærlingar á ymsum fakøkjum.