Jón
06-11-2025

Arbeiðsumhvørvisviðursløn 2025

Í farnu viku fekk fyrrverandi stjóri okkara, Jón Sigurdsson, handað Føroya fyrstu arbeiðsumhvørvisvirðisløn á Arbeiðsumhvørvisráðstevnuni. Ráðstevnan varð hildin við Tjarnir, har yvir 1.000 fólk vóru samlaði úr bæði almennu og privatu vinnuni til ein innihaldsríkan dag um arbeiðsumhvørvi, trygd og trivnað.

Jón hevur altíð raðfest arbeiðsumhvørvið høgt, og tað hevur hann eisini víst við sínum ágrýtna og fyrimyndarliga arbeiði fyri at lyfta bæði felagið og vinnuna upp á eitt hægri støði.

Einki verður tó gjørt av einum manni einsamøllum – í felag koma vit langt, og tú, Jón, hevur altíð verið ein drívmegi í at skapa eitt tryggari arbeiðspláss, har øll trívast og øll verða tikin við.

Vit øll á ArtiCon eru ómetaliga errin av tær, Jón, og ynskja tær hjartaliga tillukku við Ársins Arbeiðsumhvørvisvirðisløn 2025 – væl uppiborið! 🌿👏

Margit Stórá, landstýriskvinna í umhvørvismálum handaði Jón Sigurdsson virðislønina.