01-07-2020

Hotel Brandan avhendað

Hotel Hafnia fór í 2018 undir at víðka um sítt hotelvirksemi, og avtala varð gjørd við Articon um at byggja eitt nýtt hotel í Tórshavn.

Fyrst í september í 2018 byrjaði Articon at grava út og gera grundstykkið byggibúgvið at byggja nýggja Hotel Brandan á. Málið var at opna hotellið á sumri 2020, og hetta eydnaðist. Hotellið er avhendað og letur upp í dag. Verkætlanin hevur gingið sera væl. Upprunaliga var ætlanin, at hotellið skuldi lata upp 1. mai, men korona-smittan hevur, sum kunnugt, gjørt um seg teir seinastu mánaðirnar, soleiðis at virksemið byrjar í dag 1. juli.

Vit ynskja Hotel Hafnia hjartaliga tillukku við nýggja Hotel Brandan og blíðan byr framyvir.