Boririgg
14-11-2025

Havnarútbygging í Fuglafirði: Havbotnurin undir lupp

Fuglafjarðar Havn byggir út, og havrannsóknarskipið Jákup Sverri og boripallurin Grønanes hava kannað, hvussu havbotnurin í økinum er samansettur, og hvussu væl hann tolir tyngdina av útfyllingini – eina millión tons av gróti – alt úr frystitunlunum, sum skotnir eru inn í bergið beint við havnina.

Úrslitini vísa, at í miðal eru 25 metrar niður á botn, og at botnurin aftur røkkur 10-15 metrar niður á hellu. Botntilfarið er mest fínur sandur, blandað við steinum og skeljum, og tað grovkar, sum komið verður niður. Tætt við helluna rakti ein boring á leivdir av viði, plantum, skeljadjórum og svávulkendari móru.

Tekin um, at eitt vatn einaferð hevur verið her, og at sjóvarmálin kann hava ligið heilt upp til 40 metrar lægri enn í dag. Umframt botnkanningarnar vórðu kanningar eisini gjørdar av, hvussu nógv rúgvan av tunnilsgróti sjunkar undir síni egnu vekt.

Gjørdar vórðu vikuligar mátingar, og úrslitini vísa, at eftir tveimum mánaðum sjunkaði rúgvan 20 cm. Samanumtikið hava kanningarnar givið virðismikla vitan um søguna í økinum, og nú kunnu vit eisini betur leggja útbyggingina til rættis í mun til trygd, umhvørvi og verkætlanarleiðslu.