08-09-2023

Skúlanæmingar í starvsvenjing frá Fólkaskúlanum

Í døgunum 28. august til í dag hava tríggir skúlanæmingar frá Skúlanum við Løgmannabreyt verið í praktik hjá ArtiCon. ArtiCon tekur regluliga skúlanæmingar úr Fólkaskúlanum inn í praktik. Endamálið er at geva næmingunum eitt gott innlit í byggivinnuna og kunna teir um, hvørjar útbúgvingar -og arbeiðsmøguleikar teir hava, eftir at tíðin í Fólkaskúlanum er liðug.

Hesaferð vórðu tað Jógvan í Lon, Hákun Michealsen Kass og Bartal Fjallstein Dam, sum vórðu í praktikk. Teir hava roynt ymiskar uppgávur innan fleiri økir, ArtiCon virkar á, so sum verklagsarbeiði, bygging og verkstaðið.

Teir siga allir, at teir hava lært nógv, og at teir hava upplivað, hvussu byggivinnan virkar. Teir hava roynt nógv ymisk arbeiði og fingið ein breiðan kunnleika um, hvussu tað er á arbeiðsmarknaðinum og í byggivinnuni.

Articon ynskir øll triðmum bestu eydnu víðari við skúlagongdini og framtíðini. 

Her sæðst Jógvan í Lon í eini uppgávu saman við einum arbeiðsleiðara á verkstaðnum hjá Articon á Hjalla.