01-03-2024

ArtiCon gjørt avtalu við EL.FO um elarbeiðið Við Tjarnir

Arbeiðið hjá ArtiCon at gera komandi stórhøll Føroya, Við Tjarnir, gongur væl. Stoypingin er um at vera liðug, so nú kemur smíðingin skjótt fyri, og í gjár varð avtala gjørd við EL.FO um elarbeiðið í høllini. Elarbeiðið varð boðið út til seks elarbeiðstakarar úr øllum Føroyum, og inn komu trý tilboð. Sáttmáli er nú gjørdur við EL.FO, og sum ArtiCon sær fram til at samstarva við. EL.FO byrjar upp á arbeiði sítt beinanvegin.