Joen Jacob Liðugur Við Sveinastykkið (1)
10-10-2025

Joen Jacob liðugur við sveinastykkið

Joen Jacob Winther, timburlærlingur er liðugur við sveinastykkið og harvið tann bókliga partin av útbúgvingini. Í hesum sambandi var ein hugnaløta á timburdeildini á Glasi í dag. 

Nú er bara lærutíðin eftir, áðrenn Joen Jacob verður útlærdur. Vit ynskja Joen Jacob hjartaliga tillukku við sveinastykkinum og alt tað besta í framtíðini. 

Her síggja vit Joen Jacob og Dánjal Sørensen, meistarar hjá Joen Jacob í ArtiCon avmyndaðar á Glasi.