![](https://articon.cdn.fo/savn/1215/undirskriva-partalagsavtalu-um-skúlan-a-fløtum.jpg?width=667&rmode=upscale&t=131818942&s=599KBSOi5W7DOllUWRY_-r1al1A)
07-12-2016
ArtiCon við í partalagsavtalu um Skúlan á Fløtum
17. november 2016 skrivaði ArtiCon saman við øðrum undir eina partalagsavtalu um Skúlan á Fløtum. Partalagið, sum fevnir um Tórshavnar kommunu, Samtakið Eind Í/F og Samtakið ArtiCon-Búsetur Í/F, og undirarbeiðstakarar P/F Maria Poulsen og Sp/f Install, arbeiðir í fasu 1, har verkætlanin verður gjøgnumgingin og endaligi byggikostnaðurin ásettur. Ætlanin er at halda fram í fasu 2 og undirskriva arbeiðstøkusáttmálan í fyrsta ársfjórðingi 2017. Leiðslan í ArtiCon fegnast um samstarvið og partalagsavtaluna.