07-06-2018

Yvir 400 dagar uttan arbeiðsskaða við fráveru

Í góðveðrinum fríggjadagin var grillað á byggiplássinum hjá Sev á Sundi.

Grundin var, at tað hevur verið arbeitt á plássinum í yvir 400 dagar uttan nakran arbeiðsskaða við fráveru. Á hesum byggiplássinum hevur tað sostatt ikki verið nakar skaði við fráveru síðani byggingin fór í gongd.

Flestu fólk sum hava koyrt framvið Sundsverkinum í seinastuni, hava allarhelst sæð eitt stórt skelti, ið telur uppeftir, á byggiplássinum. Talið á skeltinum, eru dagarnir ið eru farnir, síðani seinasta arbeiðsskaða uttan fráveru á byggiplássinum.

Tað er nýtt í Føroyum at arbeiðspláss skelta við hesum, og onkursvegna sigur tað eisini eitt sindur um hugburðin hjá okkum til arbeiðsumhvørvi, at vit í dag tora at skelta við døgum síðani seinasta arbeiðsskaða við fráveru.

Okkara høvuðsboðskapur hevur altíð verið at okkara fólk skulu fara frísk til og frá arbeiði, at tey skulu arbeiða á tryggum og fyrigevandi arbeiðsplássum. Og út frá hesum miðja vit fram ímóti okkara visjón um 0 arbeiðsóhapp.

Hjá Articon eru vit sera errin um, at vit øll kunnu lyfta hesa avbjóðing í felag.