![](https://articon.cdn.fo/savn/1964/152237079_4192447330790066_3393326760989519375_o_edited.jpg?width=667&rmode=upscale&s=RivM7lMG8mWbxoI31SXG8ySQuQE)
22-02-2021
Sáttmáli undirskrivaður við Hebron
Articon hevur undirskrivað sáttmála við Hebron í Leirvík um innilokan av nýggja samkomu bygninginum hjá Hebron í Leirvík. Arbeiðið umfatar flagtekju, málaðan klædning, vindeygu og hurðar. Arbeiðið byrjar fyrst í mai og verður liðugt síðst í juli.