22-06-2026
500 dagar uttan skaða við fráveru
Byggiverkætlan hjá Smyril Line á Molanum – 500 dagar uttan skaða við fráveru
ArtiCon kann fegnast um, at verkætlanin á Molanum, har vit byggja eina nýggja farstøð fyri Smyril Line, nú hevur rundað 500 dagar uttan arbeiðsskaða við fráveru.
Hetta er úrslitið av einum miðvísum arbeiði við trygd, har trygdarumboð, starvsfólk og leiðsla øll hava ein týðandi leiklut.
– Vit arbeiða út frá einari nullhugsjón og halda fram við at byggja eina sterka trygdarmentan, har øll koma trygt heim hvønn dag – bæði likamliga og sálarliga, sigur Evelyn Gaard, HTU-leiðari hjá ArtiCon.
Henda góða løtan varð fagnað við einum góðum bita og hugnaligari samveru.
Okkara trygd – mín ábyrgd!