17-12-2021

Gevst vegna aldur

Í dag var seinasti arbeiðsdagur hjá Tórbjørn Hansen, sum hevur verið í felganum í gott 14 ár. Torbjørn  hevur ynskt at gevast, nú aldurin var hægri enn tey 67 árini. Articon hevur ein 60+ politikk, sum sigur, at starvsfólk kunnu halda á fram at starvast, eftir at tey eru bæði 67 og 70 ár. Elsta starvsfólkið í felagnum er 77 ár. Jón Sigurdsson, stjóri, segði nøkur orð og takkaði honum fyri trúfesti og ídni øll árini.Ein felagsmynd var tikin av starvsfólkunum í verkætlanini í Sílagøtu saman við Tórbjørni og leiðsluni í Articon.