20-03-2026
Reisigildi á Sundi
Í gjár 19. mars, var reisigildi fyri nýggju battarístøðini hjá SEV á Sundi.
Arbeiðið at gera støðina byrjaði síðst í oktober í fjør. Jørð- og betongarbeiðið er um at vera liðugt, eins og stálið er reist.
Nú verður farið at inniloka støðina og síðan at gera hana lidna innan. Arbeiðið verður væntandi liðugt í juli.