20Des23 0096 D Pano
05-01-2024

Serlig forskalling til bygning hjá Havsbrún í Fuglafirði

Í maimánaði 2023 fór Articon undir fóðurframleiðslubygning til Havsbrún í Fuglafirði. Talan er um heildararbeiðstøku.

Partur av arbeiðstøkuni er betongarbeiði. Fyrst er stoypt ein botnpláta til bygningin at standa á, 1 metur til tjúkdar og 1.230 m² til víddar. Veggirnir verða gjørdir úr betongelementum. Seks hæddir eru, hin hægsta níggju metrar, so tað eru stór elementir. Øll dekk verða stoypt á staðnum. Til samans eru ikki færri enn 262 útsparringar, úr 0,3 til 74 m² til støddar.

Til at gera slíkt arbeiði nýtir Articon eina serliga forskalling, sum kanska ikki er nýtt í Føroyum áður. Systemið til høga dekkið er frá týsku fyritøkuni PERI og er ein samanseting av stillassi (PERI UP Flex) og dekkforskalling (MULTIFLEX). Orsøkin til, at vit nýta hetta systemið, er nógva hæddin millum dekkini. Vanligar forskallingar røkka upp í 3,8 metrar og upp í 6 metrar við serligum amboðum, men hetta slær ikki til hjá okkum.

Vit stoypa 620 m² á hvørjari hædd. Dekkið, sum vit stoypa nú, er 30 cm tjúkt og hevur 29 útsparringar. Hæddin á forskallingini er fyri tað mesta 7,9 metrar, men 220 m² eru heilt upp í 9,4 metrar.

Hesi feløg eru ráðgevar í verkætlanini:

·         Arkitektar: FUGLARK

·         Konstruktiónsverkfrøðingar: SPENN

·         HVS-verkfrøðingar: PB Consult

·         Elverkfrøðingar: Landsbyggifelagið

·         Brunaráðgevi: VERKFO

·         Akustikkráðgevi: Gade & Mortensen

Arbeiðið gongur væl.