
15-05-2025
Nýggj linjuborimaskina á verkstaðnum
Verkstað okkara hevur fingið eitt nýtt og spennandi amboð: eina linjuborimaskinu.
Hon verður brúkt til at bora hol til akslar og lið, sum skulu sita heilt neyvt í mun til hvørt annað – t.d. liðini, har lastin á einum lastbili ella skuffan á eini gravmaskinu snarar um. Maskinan verður sentrerað eftir miðjuni á tí slitna holinum, og síðan borar hon innanúr, so holið verður beint aftur. Eftir tað verður holið uppsveisað og dreyað til rætta stødd.
Linjuborimaskinan gevur okkum enn betri møguleikar at viðlíkahalda tólini hjá kundum okkara. Hon er longu uppsett og er farin at snurra – og hevur longu víst sítt virði í dagliga arbeiðinum á verkstaðnum.