Frá summarstarvi til yrkisleið
Tað, sum byrjaði sum eitt summarstarv hjá ArtiCon, er vorðið til eina fasta yrkisleið. Í dag er Sonja Eliasardóttir Simonsen útlærd sum húsasmiður og er nú við til at byggja nýggju battaríhøllina hjá SEV á Sundi.
– Eg hevði ongantíð ímyndað mær, at hetta fór at gerast mín yrkisleið. Men nú eri eg her, og eg hevði ikki valt nakað annað, sigur hon.
Áhugin vaknaði longu, tá hon var barn
Sonja er fødd og uppvaksin í Havn. Pápi hennara var mekanikari, og mamman arbeiddi sum dagrøktari í nógv ár, áðrenn hon fór at arbeiða á eldraøkinum.
Stóribeiggin og familja hansara búðu eisini í húsunum hjá foreldrunum. Tí vaks Sonja í stóran mun upp saman við bróðursynunum.
– Vit spældu ikki við dukkur, men við bilar og onnur dreingjating. Tað fall mær heilt natúrligt.
Pápi hennara hevði eisini eitt lítið verkstað í kjallaranum, har tey høvdu nógvar hugnaligar løtur saman.
– Vit gjørdu eitt nú bátar og lítil nissuhús. Tað vóru ikki stórar verkætlanir, men tað var har, áhugin fyri handverki vaknaði.
Hon minnist eisini væl allar ferðirnar, hon slapp við pápa sínum til arbeiðis.
– Mær dámdi sera væl at vera við honum. Tað kom meira enn so fyri, at eg "bleiv sjúk", so eg kundi sleppa við honum til arbeiðis.
Summarstarvið broytti alt
Sum ung droymdi Sonja um at gerast arkitektur. Av tí at útbúgvingin ikki var í Føroyum, valdi hon at lesa til byggifrøðing í staðin.
Eftir fyrsta árið søkti hon summarstarv hjá ArtiCon.
– Eg skuldi bara vera har í tríggjar vikur. Eftir summarfrítíðina fór eg aftur í skúla, men eg helt fram at arbeiða eftir skúlatíð. At enda valdi eg at seta skúlan á pausu og arbeiða fulla tíð.
Hon hevur ikki angrað eina løtu.
– Tað einasta, sum broyttist, var dreymurin. Eg helt, at eg skuldi gerast arkitektur, men í staðin fann eg út av, at eg vildi vera handverkari.
Skapti sína egnu leið til sveinaprógvið
Eftir fleiri ár í vinnuni fekk Sonja møguleika at fáa ein stóran part av lærutíðini góðskrivaðan.
– Tá eg fylti 30, kundi eg søkja um eina eftirmeting, tí eg hevði arbeitt í yrkinum í meira enn fimm ár. Eg fekk trý og eitt hálvt ár góðskrivað og skuldi tí bara í skúla í tíggju vikur og síðani taka sveinaroyndina.
Hóast leiðin var nógv styttri enn ein vanlig lærutíð, var hon sera lærurík.
– Tað torførasta var at seta seg aftur á skúlabonk. Tað var langt síðani, eg hevði sitið við bókum og uppgávum. Men tá eg fyrst kom inn í tað, gekk tað væl, og eg lærdi nógv.
Eingin arbeiðsdagur er eins
Í dag arbeiðir Sonja við at gera nýggju battaríhøllina hjá SEV á Sundi.
Arbeiðið fevnir í løtuni serliga um stálarbeiði, men hon hevur eisini koyrikort til trukk og tekur sær javnan av flutningsuppgávum.
– Eg hoppi eitt sindur millum ymisk arbeiði gjøgnum dagin. Tað dámar mær væl, tí so eru dagarnir ongantíð eins.
Tað, sum hon tó setir størstan prís upp á, eru starvsfelagarnir.
– Samanhaldið er fantastiskt. Formaðurin hjá mær er ungur, lættur av lyndi og dugir sera væl at skapa góðan stemning. Tað ger arbeiðsdagin bæði lættari og stuttligari.
Ábyrgd mennir
Sonja trívist væl við ábyrgd, hóast hon eisini kennir trýstið, sum kann fylgja við.
– Eg elski at fáa nýggjar avbjóðingar. Samstundis vil eg gera alt ordiliga væl. Tá eg standi við eini uppgávu, sum eg ongantíð havi roynt fyrr, kemur sjálvandi ein ávísur ivi. Tað kann stressa meg, men tað er eisini soleiðis, eg mennist.
Bygging er eisini fyri kvinnur
At vera kvinna í einum yrki, har menn eru í meiriluta, hevur ongantíð verið ein trupulleiki fyri Sonju.
– Eg elski tað. Mær dámar sera væl arbeiðsumhvørvið, og tað fellur mær heilt natúrligt.
Hon viðgongur tó, at hon hevur møtt fordómum.
– Ja, teir eru har. Men tað gevur mær bara enn størri hug at vísa, at kvinnur eisini hoyra heima her.
Hon hevur eisini merkt eina stóra broyting síðstu árini.
– Tá eg byrjaði fyri sjey árum síðani, sá eg á fólki, at tey undraðust á, hvat eg gjørdi á einum byggiplássi. Í dag heilsa tey bara og taka tað sum eina sjálvfylgju. Tað vísir, at hugburðurin er nógv broyttur.
Hon minnist eisini, at útlendskir starvsfelagar ofta skundaðu sær at hjálpa henni, tá hon skuldi lyfta nakað tungt.
– Teir vóru ofta skjótir og tóku tað sjálvir. Men við tíðini havi eg víst teimum, at eg væl kann gera tað sjálv.
Sjálvsivi er ofta størsta avbjóðingin
Tá hon hyggur aftur á sína yrkisleið, er tað ikki eitt ávíst arbeiði, hon minnist sum tað torførasta.
– Størsta avbjóðingin hevur ofta verið ivin um meg sjálva og at trúgva upp á, at eg kann tað sama sum hini. Men sjálvandi kann eg tað.
Júst tí eru tað eisini tær stóru verkætlanirnar, hon er mest errin av.
– Skúlin á Fløtum og Høllin við Tjarnir standa frammarlaga. Næstan allir føroyingar kenna hesar bygningarnar, og tað er nakað serligt at hava verið við til at byggja teir.
Roynið tað!
Til ungar kvinnur, sum umhugsa eitt handverksyrki, hevur Sonja eina greiða áheitan:
– Royn tað! Tað er fantastiskt at skapa nakað og síggja úrslitið av tí, tú hevur gjørt. Vísir tað seg ikki at vera tað rætta, ber altíð til at royna okkurt annað. Tú fert ongantíð at angra, at tú gavst tær sjálvari møguleikan.
Størsta læran, hon hevur fingið gjøgnum yrkisleiðina, er eisini tann, hon roynir at liva eftir hvønn dag.
– Eg havi lært, at einki er ógjørligt. Tað, sum sær út sum ein forðing, er ofta bara ein avbjóðing.
Og skulu vit hjá ArtiCon lýsa, hvussu vit síggja Sonju sum handverkara, er svarið einfalt:
– Ágrýtin, dugnalig og nærløgd.

