09-07-2023

Sjøtul settur á tænastudepilin á Viðareiði

Hósdagin loysti Marita Sumberg, borgarstjóri á Viðareiði, fyrsta flagið til tænastudepilin, sum viðoyingar nú fara at byggja sær. Depilin fer at hava barnagarð og eldrasentur undir somu lon og verður næsti granni hjá verandi skúla. Soleiðis kunnu ættarliðini í bygdini savnast. Articon skal gera økið byggibúgvið.
Tað er at grava omanav, leggja leiðingar og planera fyri bygningi og tilhoyrandi parkeringsplássum. Farið er longu undir hetta arbeiði, og tá ið tað er liðugt, væntandi í november, er klárt at stoypa fyrsta formin til nýggja depilin.