![](https://articon.cdn.fo/savn/2082/187280840_5425139230889727_7455134581765471594_n.jpg?width=667&rmode=upscale&s=JAjEocoi44IsoPtZZuPNquhQkC4)
19-05-2021
Tórshavnar kommuna og Articon undirskrivað sáttmála
Tórshavnar kommuna og Articon hava skrivað undir sáttmála um at breiðka bryggjuna í Vágsbotni fram við sølubásunum. Talan er um eina elementloysn. Bryggjan verður breiðkað 2,5 metrar umleið 35 metrar fram við básunum. Arbeiðið fer í gongd sum skjótast.
Á myndini eru frá vinstru Kári Johansen, formaður í havnanevndini, Jón Sigurdsson, stjóri í Articon, og Heðin Mortensen, borgarstjóri.