![](https://articon.cdn.fo/savn/1330/dsc00240.jpg?width=667&rmode=upscale&s=1uAke6SUNGZFlj5k3ctzlFyp4Rk)
28-05-2018
Væleydnaður lærlingadagur hjá ArtiCon
ArtiCon skipaði fyri tí árliga lærlingadegnum fríggjadagin 25. mai. Endamálið við lærlingadegnum er persónlig og faklig menning í einum góðum felagsskapi við sínar lærumeistarar. Farið var í góðveðrinum Norð í Dalar, sum liggur millum Vestmanna og Saksun.
Norði í Dølum varð steðgað í nakrar tímar. HTU-deildin skipaði fyri einum tiltaki innan trygd. Síðani fóru allir lærlingarnir og teirra lærumeistarar í fakbólkar, har teir tosaðu um gerandisdagin, dagligu uppgávurnar og trivnaðin hjá lærlingunum.
Dagurin endaði í Vestmanna við einum góðum døgurðabita á Fjørðukrónni, áðrenn øll fóru væl nøgd heimaftur.