19-04-2024

Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan nakran arbeiðsskaða.

Tað er eitt ár síðani, at vit fóru í gongd við eina stóra og krevjandi verkætlan fyri Havsbrún. Uppgávan er at byggja ein 39 m høgan framleiðslubygning við alskyns krøvum. Í givnu trongu umstøðunum krevst, at alt arbeiðið er sera væl lagt til rættis, og ikki kann sigast annað enn, at hetta higartil hevur gingið sera væl - við góðum fólkum, og einum sera góðum samstarvi við byggiharran.

Vit kunnu einn einaferð staðfesta, at tað loysir seg at arbeiða á tryggum og vælskipaðum byggiplássum, og okkara høvuðsboðskapur fer altíð at verða: ”At okkara starvsfólk skulu koma ferðug heim eftir loknan arbeiðsdag”

Hendan løtan bleiv sjálvandi fagnað við eini góðari lagkøku 😊Vit halda áfram við tí góðu gongdini at uppbyggja eina sterka trygdarmentan á okkara plássum. Okkara trygd – mín ábyrgd!