Oyrarbakki Jul 17 2026 JNA9442
17-07-2026

Býlingur 2 á Oyrarbakka byggibúgvin

Í dag varð nýggja útstykkingin, Býlingur 2, á Oyrarbakka, alment avhendað Sunda kommunu. Í sambandi við avhendingina skipaði kommunan fyri móttøku, har umboð fyri kommununa, ArtiCon og samstarvsfelagar vóru savnað.
Verkætlanin byrjaði 17. februar, tá ArtiCon og Sunda kommuna skrivaðu undir sáttmála um at gera ellivu grundstykkir byggiklár. Gerast skuldi eisini eitt felagsøki, sum kann savna nýggja býlingin og skapa trivnað í økinum.
Í mars varð farið til verka. Síðani hevur gingið slag í slag, og við avhendingini er verkætlanin liðug avtalaða tíð.
Upp í níggju starvsfólk hava verið knýtt at verkætlanini, sum hevur fevnt um jørðarbeiði, vegagerð, veitingarleiðingar og annan infrastruktur, ið ger økið klárt til komandi bústaðarbygging.
Hjá ArtiCon eru vit fegin um at hava latið eina væleydnaða verkætlan til tíðina og fyri avtalaðan kostnað. Tað hevur verið ein góður arbeiðsandi í verkætlanini, og vit takka Sunda kommunu fyri álitið og eitt sera gott samstarv.
Vit bera eisini eina hjartans tøkk til samstarvsfelagarnar, sum hava verið við til at fremja verkætlanina:
EL-Service
IR Asfalt
Thomsen
IZ-grevstur
NDO Supply
ArtiCon ynskir Sunda kommunu hjartaliga til lukku við nýggju útstykkingini og bestu eydnu við víðari menningini av økinum.