16-02-2011

Royna nýggjar leiðir

10. februar 2011 varð ein søguligur dagur fyri okkum. Tá bleiv okkara fyrsti sáttmáli um eina arbeiðstøku uttanlands undirskrivaður.

Arbeiðið, sum snýr seg um at dýpa innsiglingarleiðina inn til Scalloway í Hetlandi niður á 8,5 metrar, byrjar um mánaðarskifti apríl/mai og verður ætlandi liðugt um ársskiftið komandi.

Vit eru sera fegnir um hesa uppgávu, sum vónandi er fyrstu fetini á leiðini til eitt støðugt virksemi uttan fyri landoddarnar.